Erindringer fra naturoplevelser på Færøerne i kajak perspektiv

Erindringer fra naturoplevelser på Færøerne i kajak perspektiv.

”Erindringer fra naturoplevelser på Færøerne i kajak perspektiv” er ein røð við fimm málningum, sum Ellindur Egilstrøð hevur málað. Fýra av málningunum á myndunum, eru seldir til Aarhus, Keypmannahavn, Íslands og Hoyrvíkar og tann fimti hangur nú hjá Myndlist í Tórshavn til sølu.

Málningarnir eru málaðir í Randers, í august og septembur 2019, til framsýningina ”Kunst i Farvrskov”. Temaið ”Erindringer fra naturoplevelser på Færøerne i kajak perspektiv” er inspirerað av útbúgvingini Ellindur hevur nomið sær, sum Bachelor í Psykomotorik. Útbúgvingin snýr seg í stuttum um, hvussu likam, sál, fysiska- og sociala umhvørvið sum heild hongur saman og ávirkar hvørt annað. Ellindur hevur serligan áhuga fyri, hvussu vit sum menniskju upplivað og fyrihalda okkum til áðurnevnda, og hvussu tað ávirkar hvussu vit upplivað og fyrihalda okkum til okkara fortíð, nútíð og framtíð og tað at vera tilstadar í løtuni. ”Erindringer” er inspirerea av Kierkegaard, tá ”erindringer” ikki bert eru minnir, men at tað er ein kunstur at ”erindre” og at tað hevur avgerandi ávirkan á hvørji vit eru. Ellindur hevur havt fleiri framsýningar, bæði í Danmark og í Føroyum. Ellindur hevur fingið vegleiðing og undirvísing frá fleiri kendum listafólkum og frá Aarhus Kunstakademi.

Um áhugi er at vita meira, eru fleiri myndir og frágreiðingar á:https://www.ellindur.com/

Ellindur hevur málað í mong ár og er uppvaksin við málningalist. Pápi Ellind, Óli Egilstrøð, og ommubeiggin, Niels Kruse, vóru virknir listamálarar og høvdu serligan tørv á at lýsa upplivingar sínar við sínum málningum.


Udgivet

i

af

Tags:

Translate »